top of page
Running Shoes

KOM Á MÁL VIÐ SUNNFIT

Home: About Me

Um SunnFit

SunnFit er stovnað við tí endamálið, at vísa TÆR, hvussu tú á ein lættan og haldbaran hátt, kann uppnáa TÍN DREYMAKROPP!
Sum persónligur venjari og kostráðgevi, brenni eg fyri at hjálpa tær til ein sunnari lívsstíl. Eingin er líka og tí leggi eg stóran dent á, at allar planir vera seymaðar eftir tær, tínum útgangsstøði, gerandisdegi og ikki MINST tinum MÁLIÐ! Eg leggi meg eftir at umforma tín kropp, til júst tað tú ynskir og at ráðgeva og læra teg at taka bevístar og alternativar avgerðir, soleiðis at tú "ONCE AND FOR ALL" kemur á mál og verður verandi har!
Hetta er eingin kurur, men ein nýggjur lívsstílur, har tað er pláss fyri ØLLUM í røttum mongdum. Bara soleiðis verður skeiðið haldbart og bara soleiðis fáa vit teg á mál UTTAN NAKAÐ ROKS!
- Helena Sunnsker

38AB7B6B-E7D1-4215-A72D-AFCA4D726EF0_edited_edited.jpg
Home: Welcome

SunnFit Premium

SunnFit Premium er eitt online skeið til tín, sum hevur eitt mál um at tapa nøkur kg og/ella broyta nakrar vanar!

Skeiðið er eitt persónligt skeið har TÚ og TÍNI mál eru í FOKUS! 

SAMAN KOMA VIT Á MÁL!

Skeiðið inniber ALT hetta:


Kostætlan

Fleiri ymiskar uppskriftir til HVØRJA máltíð + møguleika fyri at fáa JÚST tað tær lystir á planina!

Kostætlanin verður eisini justera so hvørt sum tað er neyðugt, fyri at tryggja framgongd!

Lekkrar, lættar og skjótar uppskriftir, ið hóska til alla familjuna! + Tað er pláss fyri ØLLUM!

Tips/góð amboð, til at broyta nakrar vanar og tankamynstur í forhold til mat/sukur trongd!

Øll eru ymisk og tí kann tað gott vera, at ein kostætlan ikki hóskar til tín, men tað er júst tað sum er so gott við einum skeiði, tí so kunnu vit altíð broyta tað sum ikki riggar og SAMAN finna eina betri loysn. Tað eru túsundavís av framferðarhættum tá tað kemur til at tapa seg, vit skulu bara finna tann, ið hóskar til tín og eg gevi ikki upp fyrr enn hann er funnin! 

Venjingar-/rørsluætlan

Planirnar verða gjørdar eftir hvørjum støði tú ert á, hvat tú hevur atgongd til og hvat tú hevur tíð til :) Sum sagt, so er tað TEG vit hava í fokus!

Tað ber eisini altíð til at fáa broytingar í planirnar um man ynskir tað og eg justeri sjálvandi eisini eftir tørvi. :)

Alt samla á einum stað

Atgongd til eina persónliga app, har allar ætlanir eru samlaðar og har tú kanst síggja tína framgongd!

Inni á hesi appini, kemur tú eisini at gera eina uppdatering einaferð um vikuna, har vit fylgja upp hvussu tað gongur og finna útav, um broytingar skulu gerast, soleiðis at vit allatíð tryggja okkum, at tú flytir teg tættari at málinum!

Online support

Við dagligari kommunikatión komi eg at stuðla, vegleiða og motivera teg allan vegin á mál! Eg svari altíð innan 24 tímar, men svari sjálvandi so skjótt sum yvirhøvur gjørligt!

Skeiðið er 100% persónligt, har eg havi JÚST TEG í fokus allan vegin! MEN eg haldi fast í, at man kann aldrin fáa ov nógvan stuðul! Tí vera øll tey sum ynskja tað og byrja samstundis koyrd í ein facebook bólk, har tey kunnu stuðla og hjálpa hvørjum øðrum.


MØGULEIKI FYRI AT VINNA EITT EYKA SKEIÐ

Sum nakað spildurnýtt, so eri eg farin í gongd við at hava “rørslukappingar” koyrandi inni á Facebook bólkinum. Tað eru vikuligar avbjóðingar, sum eggja til rørslu á ein stuttligan og skjótan hátt. Her er møguleiki fyri at ogna sær eitt ella fleiri stig hvørja viku og tann, sum hevur flest stig tá skeiðið er liðugt, sleppur at halda áfram á tí skeiðinum, sum byrjar beint aftaná at eins egna skeið er liðugt. Tað vil siga at vinnarin sleppur at halda áfram í HEILI 12 vikur aftrat - PÚRA ÓKEYPIS! :-))

Hetta vil altso siga, at TÚ hevur møguleika til at vera tann RASKA, sum rindar fyri eitt skeið og fær tvey. Omaná tað heila, so eru fáar kvinnur til hvørt skeið, so møguleikin fyri at vinna er stórur! :-)


GG! Vinningurin skal brúkast til skeiðið sum byrjar beint aftaná at eins egna skeið er liðugt! Velur man heldur at steðga tá, so dettur vinningurin burtur.

 

Kostnaður fyri SunnFit Premium 

Alt hetta í 12 vikur, fært tú fyri einans 1349kr um mánaðan!

Tað er einki at bíða við :))

Allar besta invisteringin tú kanst gera, tað er í teg og tína egnu heilsu. Tú skalt "búgva" í tínum kroppi alt lívið og tí er ein invistering í TEG sjálva, altíð ein góð invistering ❤️

So ynskir tú at koma á mál og stadivekk kunna eta tínar yndis matvørur, so sum pizza ella sjokolátu og eisini kunna vera við til øll social tiltøk? 

So er SunnFit Premium vegurin fram fyri TEG!

Set teg í samband við meg á Instagram @sunnfit_coach, á Facebook síðuni SunnFit_Coach ella á mail sunnfit@hotmail.com! :)

GG

Eg havi tikið skeið til at vera kostráðgevi og persónligur venjari, men eri ikki lækni ella kliniskur diætistur, so um man ivast í nøkrum viðvíkjandi sjúku, heilsu ella skaðum, so er altíð best at ráðføra seg við ein lækna, tí eg taki ikki ábyrgd av møguligum sjúkum ella skaðum. At luttakað í skeiðinum er uppá egna ábyrgd, men tó skal sigast, at eg bert havi upplivað glaðar kundar, sum blíva betur fyri kroppsliga og sálarliga.

"TÚ KANST IKKI BROYTA TÍNA FORTÍÐ, MEN FRAMTÍÐIN BYRJAR Í DAG"

Home: About Me
Home: Instagram
bottom of page